
Í dag eru 40 ár liðin síðan kvinnurnar hjá B36 vunnu fyrstu almennu føroyameistarakappingina í kvinnufótbólti.
Leygardagin 28. september 1985 var FM-finalan var millum B36 og HB, sum B36 vann 2-1. HB kom á odda, men B36 svaraði aftur við málum, sum liðskiparin Marjun Jógvansdóttir og Guðrun Holm skutu. Venjari var Ingemar Guttesen.
B36 vann allar dystirnar hetta kappingarárið.
Hetta var fyrsta føroyameistaraheitið, sum B36 vann síðani piltarnir vunnu FM í 1976.
Árið fyri, í 1984, skipaði Fótbóltssambandið á fyrsta sinni fyri kvinnufótbólti. Talan var um royndarár, og B36 vann eisini ta kappingina og fingu heitið óalmennir meistarar.
Í fjør vóru Marjun Jógvansdóttir og Maria G. Hansen í B36 Varpinum og tosaðu um hesi bæði søguligu kappingarárini.
Sendingin kann hoyrast her: https://www.fm1.fo/b36-varpid-kvinnur-vunnu-foroya…/
