
Í morgin fara okkara kvinnur á Tórsvøll at spæla minnu steypafinaluna ímóti FC Hoyvík. Ein stórur dagur og dystur, heldur høvuðsvenjarin Eliesar Olsen, hóast talan er um minnu steypakappingina.
– Eitt gullheiðursmerki er eitt gullheiðursmerki, og tað er umráðandi at vinna, tí tað er við til at skapa ein vinnarahugburð og eina sigurskenslu, sum vit øll stremba eftir. Tá gullheiðursmerki hongur á vegginum um nøkur ár, so fer tú ikki at hugsa um eina b-finalu. Tú fer at minnast dagin sjálvan. Av tí sama er umráðandi, at vit skapa ein góðan dag saman bæði fyri og eftir dystin, sigur hann.
Uppgávan er størri hesaferð enn vanligt, men kvinnurnar hava ikki fyrireikað seg so nógv øðrvísi enn tær plaga.
– Vit hava vant sum vanligt. Vit hava arbeitt við teimum tingunum, sum vit skula gera betur, og vit hava fínpussað tað, sum vit duga væl, sigur hann.
Væntar tættan dyst
Eliesar roknar við einum tøttum finaludysti. Hetta verður sættu ferð í ár, at hesi bæði liðini hittast, og B36 hevur vunnið fimm ferðir. Hann vísir kortini á, at dystirnir hava verið ymiskir. Einu ferðina vunnu okkara kvinnur sannførandi 6-0, og munurin kundi væl verið størri ta ferðina. B36 vann hinvegin tann eina dystin 3-1, har hoyvíkskvinnur fingu ein spælara útvísta í fyrra hálvleiki, og okkara kvinnur fingu øll trý málini í seinastu løtu.
– FC Hoyvík hevur fingið nakrar nýggjar spælarar, og har eru eisini ungir spælarar, sum standa seg væl. Spæla vit við toli, kvaliteti og fokus, sum vit vita, at vit kunnu, so skulu vit vinna dystin, heldur hann.
Liðið hevur ment seg nógv
Í ár hevur stór útskifting verið á okkara kvinnuliðið, samstundis sum tilgongdin av ungum spælarum hevur verið spennandi. Kring liðið vita tey, at tað krevur tíð og tol at spæla liðið uppaftur í oddin í føroyskum fótbólti. Elisar Olsen fer eisini at standa við høvuðsábyrgdini í 2026, og hann heldur, at menningin í ár hevur verið sera spennandi.
– Fortreytirnar hava ikki lættar. Tað vóru bara níggju spælarar til venjing, tá ið vit fóru undir fyrireikingarnar til ársins kapping, men tað legðist skjótt afturat. 15 av teimum, sum spældu í fyrru kappingarhálvu, eru av ymsum orsøkum ikki tøkar longur, serliga tí meginparturin av teimum er farin í onnur lond í lestrarørindum. Tað hevur havt sínar fyrimunir og vansar, tí 11 spælarar hava fingið debut í ár. Tað haldi eg vera gott, men tað hevur hinvegin kravt nógv av U16 gentunum, sum hava spælt nógvar dystir í alt. Tað hevur ikki verið nøktandi fyri liðið í U16, og tað skulu vit duga betur komandi ár.
– Høvuðsmálið fyri árið var at skapa eina mentan, har tað er stuttligt og mennandi at vera ein partur av besta kvinnuliðnum, og tað halda vit í frálíka venjaratoyminum hevur eydnast væl. Genturnar eru í góðum lag, arbeiðssamar og stuðlandi. Hetta hevur verið við til, at allar hava ment seg sera nógv, og tað hevur lagt eina grund, sum er spennandi at arbeiða víðari við frameftir, sigur hann.
Leggja nógv fyri frameftir
Ársins seinasti dystur verður 11. oktober, og so fáa spælararnir frí í tvær til tríggjar vikur, áðrenn tær fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
– Vit fara at leggja nógv fyri, og vit fara eisini at spyrja okkum fyri aðrastaðni, um tað eru spælarar, sum vilja vera partur av okkara projekti. Ungdómsarbeiðið í B36 er millum tey bestu í landinum, so vit vita, at framtíðin er sera spennandi, og eg eri spentur at síggja, hvussu langt vit kunnu flyta liðið, sigur hann.
