+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Debut nummar 11

Arina Biritudóttir Iversen spældi í gjárkvøldið sínar fyrstu minuttir fyri besta kvinnuliðið. Hon kom á vøllin fyri Sáru Skaalum, tá ið slakir fimm minuttir restaðu í.

Kvinnurnar vunnu 2-0 á FC Hoyvík og vissaðu sær samstundis oddasessin í b-bólkinum.

11 spælarar hava í ár fingið debut fyri besta kvinnuliðið. Hinar eru Sigrið Hansdóttir, Marin Guttesen, Silja Hovgaard, Sigga Smæra Næs, Ester Vang, Juanita Gleðisheygg, Anna Maria Heðinsdóttir, Rita Maria Dalsgaard, Barbara í Funningsstovu og Sirið Petersen.