
Dystarfrásøgn, FC Hoyvík – B36 0-2 (0-1)
Tað var kalt uppi í Hoyvík sunnukvøldið. Heilt forbiðið kalt. Annars var stilt og okkurt ælið var eisini. So líkindini at spæla fótbólt vóru góð. Undan dystinum løgdu vit dent á at spæla fyri at vinna dystin hóast, javnleikur var nokk at tryggja okkum gull heiðursmerki í niðara endaspælinum. Dysturin skuldi vinnast við toli. Vit skuldi ikki skunda okkum til nakað. Yvirskot, spæligleði og tol. So skuldi málini nokk koma. Longu áðrenn dystarbyrjan sluppu hesi at standa sína roynd. Allir bóltarnir vit fingu at hita upp við vóru bleytir. Um FC Hoyvík royndi at spæla okkum eitt puss, ella um hetta var tað reina gáloysni, skal undirritaði ikki fara at gita um, men undirritaði fer at seta spurnartekin við, um hetta nakrantíð hevði komið fyri í einum Betri dysti hjá monnunum.
Hetta nervaði so ikki liðið, tí fyrstu 25 minuttirnir vóru nakað av tí besta fótbólti vit hava spælt í ár. Tær, ið ikki lótu seg nerva vóru hesar: Juanita var í mál. Marin, Sonja og Elsa Anna í miðverjuni. Sára og Súna á vongbakkunum. Jasmin og Bára spældu sum 6’arar og Sigrið sum 10’ari. Í álopinum vóru Ester og Anna Maria.
Og vóru tað tær báðar síðstnevndu í skaptu fyrsta málið. Anna Maria slapp at reka eftir miðvøllinum og spældi bóltin í tómrúmið aftanfyri verjuna. Har var Ester farin til stroks. Í hørðum rennidysti við verjuleikaran trekti hon langt, tí tað er fá kvinna, ið klárar at fylgja við, tá Ester fer avstað. Trekið sá út til at blíva ov langt, men Ester kastaði seg niður og fekk onkursvegna kroyst bóltin millum málverjan og stongina. 1-0 og gullið hómast.
Áðrenn dystin nevndi Eliesar, at vit høvdu ongan skund í dag. Verði tolnar og spælið bóltin runt í verjuni, um einki pláss er at spæla upp. Fáið tær at renna aftaná. Væl varð lurtað, tí soleiðis byrjaði seinna málið. Sára sá einki pláss upp gjøgnum høgru síðu, so hon traðkaði á bóltin, spældi runt aftur og so var pláss hjá Elsu Annu at taka metrar upp eftir vøllinum. Hon legði bóltin upp ígjøgnum verjuna og bæði Ester og Sigrið fóru tuskandi aftaná. Ester var tað frammanfyri, so hon, ein verjuleikari og málverji stoyttu saman við so nógvari ferð, at Ráðið fyri ferðslutrygd hevði mælt teimum til at brúkt trygdarbeltið. Sigrið hevði lisið støðuna av. Hon rann framvið ruðuleikanum, tí úr trunkanum støkk bólturin og so kundi Sigrið púra frí leggja bóltin í eitt tómt mál. 2-0 og Sigrið bara leggur aftur at metinum sum tann leikarin, ið hevur skorað flest mál í sínum fyrsta kappingarárið.
Tá fimm minuttir vóru eftir at leika, bleiv Arina Biritudóttir Iversen skift inn. Hetta var fyrstu ferð hon spælir við á bestaliðnum, og er hon debutantur nummar 11 í ár.
2-0 er ikki tann størsti sigurin, men í roynd og veru var sigurin ongantíð í vanda. Hoyvíkingar vardu djúpt og bíðaðu eftir at okkara fóru at gera feilir. Jú, tað kom fyri, men hvørja ferð FC Hoyvík kom framvið, vardi verjan bóltin út til málspark, væl at merkja um Hoyvíkingar ikki royndu seg við forkølaðum langskotum áðrenn.
Vit hava nú 34 stig, ið merkir vit hava vunnið niðara endaspælið. Akkurát hvussu sigursrópið, skuldi ljóða var eitt sindur ivasamt, tí føroyameistarar eru vit kortini ikki (enn! Tað verður einaferð næstu árini. Tú hoyrdi tað her fyrst.) Alt annað líka var gleðin stór og rómurin góður eftir dystin. Og alt bleiv bara betri, tá Eliesar kunngjørdi, at nú alt er avgjørt, gevast vit at venja tíðliga leygarmorgun, sum vit annars hava gjørt alt árið.
Hetta var góð upptakt til komandi leygardag, tá vit aftur spæla ímóti FC Hoyvík. Hesaferð í minnu steypafinaluni. Í gjár var aftur eitt gott vikuskifti at vera B36’ari, tá tryggjaðu vit okkum gullið í niðara endaspælinum. Komandi leygardag kann aftur verða ein góður B36 dagur, tá vit eiga tørn at geva okkara íkast til góðu gongdina hjá B36 í ársins steypafinalum. So tað er bara at koma við og stuðlað kvinnunum!
#RenniðGentur