+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Vunnu seg í minnu steypafinaluna

Dystarfrásøgn, B36 – ÍF 3-0 (2-0)

At Gundadalur er veðurbesta staðið í Føroyum var sjón fyri søgn tíðliga seinnapartin sunnudagin. Sólin skein, sum visti hon, at hetta hevði verið eitt frálíkt B36 vikuskifti. Nú áttu kvinnurnar tørn at geva sítt íkast og spæla seg í minnu steypafinaluna.

Juanita vardi málið. Elsa Anna, Marin og Sonja spældu í miðverjuni. Sára spældi úti í høgru, og Sigga Smæra kom inn aftur í vinstru síðu. Jasmin, Bára og Eir spældu á miðjuni. Sigrið og Ester vóru uppi í álopinum.

Okkara byrjaðu ikki dystin væl. Um tað var hitin, ið spældi teimum eitt puss, ella um tær bara ikki vóru heilt klárar frá dystarbyrjan er ilt at siga. Av tí sama kom ÍF í fleiri góðar støður. Vandamiklast var, tá áleyparin hjá ÍF slapp frá verjuni. Tíbetur fyri okkum rakti skotið stongina og fór út til málspark. Løtu seinni var aftur vandi á ferð, men Juanita fekk beint bóltin upp um tvørtræið.

Hóast eina ringa byrjan komu vit á odda. Jasmin slapp at venda sær á miðjuni, hon spældi bóltin væl inn um verjuna til Sigrið, ið setti bóltin oman í longra hornið. 1-0 til okkum.

Málið doyvdi nervarnar, tí beinanvegin bleiv spælið hjá okkara betri. ÍF hevði ikki meira enn sentrað, tá Ester gjørdi skjótt av. Hon kastaði eitt innkast inn á miðjuna, har Jasmin fekk vent sær og spældi bóltin til Siggu Smæru, ið bleiv púra frí, men hon fekk ikki tamarhald á bóltinum beinanvegin, so kláraði ein ÍF’ari at kasta seg niður og verja fyri skotinum.

Vit skuldu kortini ikki bíða leingi eftir næsta málinum. Sára vann bóltin væl úti í høgru og við einari sending setti hon alla ÍF verjuna av, og Sigrið slapp einsamøll móti málverjanum. 2-0 í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur var góðar 20 minuttir gamal, tá Sigrið varð feld inni í brotsteiginum. Hon tók sjálv bóltin og var so svikaleysa trygg. 3-0 og Sigrið fekk sítt hattrick.

So var dysturin avgjørdur og nógv meira hendi ikki. So tá alt kom til alt komu vit trygt víðari í finaluna, og gleðiligt var at vit hildu 0’ið. Tað er bara gott fyri sjálvsálitið. Finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 27. septembur. Mótstøðuliðið verður FC Hoyvík, sum vit eisini møta í landskappingini komandi sunnudag. Tá kunnu vit tryggja okkum fyrsta plássið í niðara bólkinum. 1 stig er nokk, men vit fara sjálvandi til Hoyvíkar fyri at vinna.

#RenniðGentur