
Tobias Hansen úr B36 verður við í ferðalagnum hjá U21, sum nú er á veg til Luksemburg.
Álopsspælarin hevur fingið landsliðsboð, tí Jóhan Josephsen er leikbannaður. Hann var útvístur, tá Føroyar vunnu 2-1 í Íslandi í gjár.
Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen skutu føroysku málini.
Hetta er fyrstu ferð, at Tobias Hansen er við á U21-landsliðnum. Jógvan Gullfoss er eisini við í hópinum.
Dysturin í Luksemburg verður týskvøldið klokkan 18:30.
