+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Neyvleikin vantaði

Dystarfrásøgn, ÍF – B36 1-1 (1-0)

Í gjárkvøldið fóru vit norð at spæla ímóti ÍF og tjóðstarta mentanardagarnar í Fuglafirði, sum vera um vikuskiftið. Dysturin var fyrra hálvfinalan í minnu steypakappingini hjá kvinnum. ÍF spælir í 1. deild, so ilt var at meta um, hvussu sterka mótstøðu vit fingu. ÍF vann 1. deild í fjør, men valdi ikki at flyta upp í bestu deildini, og eru aftur í ár í oddinum av 1. deild. So eitt vánaligt lið var tað neyvan. Tá vit fingu dómaraseðilin áðrenn dystin, sóu vit, at meginparturin av ÍF-leikarunum vóru føddar undan aldarskiftinum. At føðiárið byrjar við 19 er eftirhondini ein sjáldsom sjón í kvinnudeildini. So tað var heilt vist, at ÍF var eitt nógv royndari lið enn vit.

Hjá okkum hevur verið stutt millum dystirnar í seinastuni, og tí vóru fleiri broytingar millum tær fyrstu 11. Elsa Anna og Eir vóru ikki við, og Sigrið og Sigga Smæra byrjaðu á bonkinum. Tær báðar síðstnevndu høvdu spælt við U16 kvøldið fyri. Í teirra stað komu Barbara Ottarsdóttir í Funningstovu, Súna Jógvansdóttir Højgaard, Anna Maria Heðinsdóttir og Rita Arge Dalsgaard. Og allar spældu tær væl! At hetta var ein av fyrstu dystunum hjá Barbaru sást ikki aftur. Við góðum dribblingum skapti Rita fleiri góðar støður. ÍF verjan fekk ikki frið fyri Onnu Mariu, ið ongantíð gavst at renna.  Og Súna hevði fingið tann Uriaspost at spæla í vinstru, hóast hon er høgrabeint, men hon stóð seg væl í verjuni og spældi fleiri góðar bóltar inn á miðjuna.

Við broytingunum sá liðið soleiðis út. Juanita vardi málið. Marin, Sonja og Barbara vóru í miðverjuni, og Sára og Súna spældu á hvør sínum vongbakki. Ester var flutt aftur á miðjuni at spæla saman við Jasmin og Báru. Uppi í álopinum spældu Rita og Anna Maria.

Rutinan á ÍF liðnum sást beinanvegin. Tær spældu hart og kontant, og hetta skakkaði okkara unga lið nakað. So ÍF fekk frið at sprella sær fyrstu fimm minuttirnar. Ein góðan kjans fingu tær eisini, tá Juanita mátti kasta seg niður til vinstru at bjarga. Annars vóru ikki teir stóru kjansirnir í fyrra hálvleiki. 

Tá góður hálvur tími var spældur, byrjaðu okkara at dragna í tvídystunum. ÍF vann so at siga alt á miðjuni, og var tað eisini tí, at ÍF fekk mál. Eitt innlegg úr vinstru bleiv sparkað í aftara økið, og har var ein ÍF’ari fyrst á bóltinum og prikaði hann í málið. 1-0, og Bára var skjót at samla genturnar í ring. Nú skuldi annað skinn um bak!

Beinanvegin gjørdi mun. Okkara høvdu ikki meira enn sentrað, tá Bára sendi eitt hart innlegg innfyri. Rita fekk fótin á, men tíverri mitt á málverjan.

Seinni hálvleikur var meira ella minni eitt langt B36 álop. Fyriuttan eitt horna, ið slapp at liva eitt sindur ov leingi í okkara brotsteigi, var ÍF so lítið framvið, at Juanita ongantíð hevði bóltin í hondunum í seinna hálvleiki.

Málið hjá okkum kom tíðliga í seinna hálvleiki. Eitt væl spælt álop í høgru endaði úti hjá Sáru, sum legði innfyri. Bólturin rakti hondina hjá einum ÍF’ara, og so var brotsspark. Sigrið, ið var komin inn fyri Ritu í hálvleikinum, skeyt og skoraði. “Hatta var vánaligasta straffi, eg nakrantíð havi skotið,” viðmerkti hon eftir dystin, men alt annað líka var støðan nú 1-1.

Lítla løtu seinni var uppskriftin tann sama. Innlegg frá Sáru og í brotsteiginum støkk Anna Maria, minsti leikari á vøllinum, upp millum tveir verjuleikarar og stútaði bóltin beint omanfyri tvørtræið. Tættari komu vit ikki at einum málið. Okkurt langskot og onkra spenta støðu høvdu vit, men dysturin endaði 1-1.

Vit fingu tó ein lítlan hvøkk móti dystarenda. Ester bleiv liggjandi eftir eitt hornaspark. Tað kundi bara vera álvarsligt, tí Ester er ikki kvinna, ið verður liggjandi um einki bagir. Eftir at hava viðgjørt hana kundi Andras og Vivian til alla lukku siga frá, at hon bæði flenti og græt, tí hon skammaðist so at liggja vena seg, nú einki bagdi kortini. 

Annars skulu gaggurnar hjá Marin eisini fáa eina viðmerking. Hon spældi í einum flottum Copa Mundial, sum væl kundi hugsast hon hevði lænt frá pápa sínum, Jan Guttesen, men tað vísti seg, at hon hevði lánt tær frá mostur síni, sum spældi í ÍF-verjuni í gjár.

1-1 er eitt fínt útgangstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður spæld í Gundadali sunnudagin 14. septembur, men áðrenn vit koma so langt, kemur 07 Vestur á vitjan í landskappingini komandi sunnudag kl. 15. 

    #RenniðGentur