
Um vikuskiftið vunnu menninir aftur fulla úrtøku í Vágum. Hetta var aðruferð upp í slag, at B36 vann 1-0. Hesaferð kom sigursmálið, tá ið liðformaðurin Hannes Agnarsson úr vinstru dró inn í brotsteigin við bóltinum og smekkaði til.
Dysturin var annars rótutur við mongum nærdystum, ásannar høvuðsvenjarin Jákup Martin Joensen, sum kortini heldur, at avrikið sum heild var fínt.
– Vit fingu ikki spælið at glíða serliga væl, men skaptu hóast tað fleiri góðar støður. Vit fegnast um góða stríðshugin, og sum hópur er tað umráðandi at vera førur fyri at vinna strævnar dystir sum hesar, sigur hann.
Onkrar broytingar hava verið í hópinum í seinastu vikurnar. Hjálparvenjarin Lukas Enevoldsen er farin at royna seg í Fredericia, og í hansara stað kom Andrias Høgnason Eriksen. Mattias Hellisdal er farin til Svøríkis at royna seg.
– Tað verður sjálvsagt saknur í Mattiasi og hansara góða bóltførleika, men kappingin um plássini er hørð, og tað er upp til spælararnar at vísa seg fram og gera seg verdar til spælitíð, sigur Jákup Martin.
Eisini hevur Jákup á Borg tikið við sum ítróttarstjóri eftir Tummas Erling Djurhuus. Teir báðir – Jákup Martin og Jákup – hava fyrr arbeitt saman í bæði B36 og EB/Streymi, og nú skulu teir saman útinna tey mál, sum eru sett fyri liðið og felagið.
Í B36 verður miðað eftir at seta ungar spælarar við so hvørt, so bulurin á liðnum eru spælarar, ið eru uppaldir í felagnum. Leygardagin vóru sjey spælarar við frá byrjan, sum hava fingið sína fótbóltsuppaling í B36 – um ikki alla, so ein stóran part av henni.
– Hetta er ein spennandi spælarahópur at arbeiða við, og samansetingin riggar væl. Teir meira royndu spælararnir, sum eru komnir úr øðrum feløgum, hava eisini roynst væl og skulu vera við til at ganga undan. Hýrurin er góður, og vit eru spentir at spæla teir avgerandi dystirnar, sum eru fyri framman, sigur hann.
Nú verður landsliðssteðgur. Komandi dystur verður ímóti grannunum úr HB tann 14. september.
