
B36 fer at spæla fimm av teimum seks steypafinalunum, sum verða á Tórsvølli tann 12. og 13. september.
Hetta er eitt stórt herðaklapp til tykkum mongu venjarar og hjálparfólk, sum brúka so stóran part av frítíðini í B36-húsinum, so okkara børn og ungu kunnu trívast og mennast.
Finaluskráin er hendan:
U21 menn: AB – B36
Fríggjadagin 12. september, klokkan 19:00
ㅤ
Dreingir U13: Víkingur – B36
Leygardagin 13. september, klokkan 10:00
ㅤ
Gentur U13: 07 Vestur – B36
Leygardagin 13. september, klokkan 11:30
ㅤ
Dreingir U15: Víkingur – B36
Leygardagin 13. september, klokkan 13:00
ㅤ
Dreingir U17: B36 – Víkingur
Leygardagin 13. september, klokkan 19:00