+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Jákup á Borg er heima aftur

B36 hevur sett Jákup á Borg sum ítróttastjóra. Hann tekur við starvinum beinanvegin.

– Eg eri spentur at taka enn eitt tørn fyri barndómsfelagið, sum hevur givið mær so nógv. Hetta er ein øðrvísi leiklutur enn tann, sum eg havi verið í sum venjari seinastu árini, men B36 er í einari spennandi tilgongd, og henni vil eg fegin vera partur av. Tað er stórt potentialið í B36-húsinum, og saman við øllum teimum góðu fólkunum í felagnum verður uppgávan at flyta felagið upp aftur á tindin í føroyskum fótbólti, sigur hann.

Arbeiðsuppgávan verður í høvuðsheitum at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum í felagnum. Jákup tekur við starvinum eftir Tummas Erling Djurhuus, sum av heilsuávum var noyddur at taka ein steðg frá fótbóltinum í eina tíð.

– Vit hava verið sera fegin og takksom fyri stóra arbeiðið, sum Tummas Erling hevur lagt í starvið, og við Jákupi fáa vit ein sera góðan avloysara. Jákup kennir felagið innanífrá, og hann veit, hvat krevst fyri at kappast millum tey fremstu, sigur Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36.

Jákup er 45 ára gamal, og hann hevur seinastu árini verið høvuðsvenjari á Toftum.

Sum spælari var Jákup ein undirhaldandi áskoðarafavorittur í B36, har hann í mong ár var millum okkara bestu spælarar. Hann tók við sum høvuðsvenjari í 2016, tá hann gavst at spæla, og undir hansara leiðslu vunnu menninir steypakappingina, umframt at tað var um reppið, at teir vunnu meistaraheitið. Eisini stóðu teir seg væl og vóru drúgvir í evropeiskum kappingum.

Vit ynskja Jákupi hjartaliga vælkomnum aftur í B36-húsið, og vit gleða okkum til samstarvið.