+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Kvinnurnar komu aftur á lagið

Dystarfrásøgn, B36 – FC Hoyvík 3-1 (1-1)

Tað hevur gingið væl hjá kvinnunum seinastu tíðina. Tríggjar dystir í landskappingini og ein í minnu steypakappingini hava vit vunnið síðani summarsteðgin. Sigursrøðin kom tíverri at enda seinasta sunnudag, tá kvinnur okkara taptu 2-1 inni á Skála. So uppgávan í dag var einføld. Aftur á sigurslóðina.

Mótstøðuliðið var FC Hoyvík. Úrslitini hava verið góð móti hoyvíkingum í ár. Vit hava bara vunnið. FC Hoyvík, ið hevur eitt ógvuliga ungt lið, hevur tó ment seg nógv gjøgnum árið. Nakrir nýggir leikarar eru komnir til, og tær unga verða bara betri og betri. Hetta merktu vit, tá vit vitjaðu í Hoyvík fyri fáum vikum síðani. Vit vóru aftanfyri 1-0 í 88 minuttir, men so gekk eisini skjótt, og vit skoraðu tríggjar ferðir áðrenn dómarin bríkslaði dystin av. So dagsins dystur var ongin løtt uppgáva. Tað vistu vit.

Eliesar Olsen, høvuðsvenjari, nevndi eftir venjingina hóskvøldið, at hann var spentur til dystin. Liðið var longu sett, og vóru vit allir samdir um, at hetta var eitt sterkt lið, hóast fleiri leikarar vóru burtur. Emma Hansdóttir, Katrina Sjóvará, Birita Rasmussen og Rebekka Olsen, ið spældu meðan tær vóru heima í summarferiu, eru farnar avstað aftur. Valborg Østerø, Gunnrið Poulsen og Barbara Mohr Høgnesen, ið hava spælt mestsum allar minuttirnar í ár, eru fluttar niður í lestrarørindum. So eru Lilja Debess av Teigum og Ása Lea Ellefsen Næs farnar á eftirskúla í Danmark.

Juanita Gleðisheygg, ið spældi sín fyrsta dyst á bestaliðnum síðsta sunnudag, vardi aftur málið í dag. 

Elsa Anna Kjartansdóttir Mohr, Sonja Dalsgaard og Marin Sólheim Guttesen mannaðu miðverjuna. Sára Skaalum og Sigga Smæra Næs vóru á høgra og vinstra vongbakki. 

Jasmin Mittún Darvishi, Eir Randrup og nýggi liðskiparin Bára Magnussen spældu á miðjuni, og uppi í álopinum vóru Sigrið Hansdóttir og Ester Ellingsgaard. 

Stutt eftir kirkjutíð bríkslaði dómarin dystin í gongd, og nakað av fólki var møtt upp at stuðla kvinnunum. Tað regnaði illa, men annars var lýtt og stilt. Allarbesta fótbóltsveður, og genturnar vóru væl upplagdar at spæla í dag. Eftir einans fimm minuttir høvdu vit havt tríggjar stórar kjansir. Eftir 10 minuttir høvdu vit havt sjey. Tann størsta fekk Ester, tá verjan ikki kláraði at fylgja við henni, men Portia Asante í málinum hjá hoyvíkingum, ið spældi ein heilt góðan dyst, kom væl út og bjargaði.

So hendi tað, sum so ofta hendur, tá man ikki skorar uppá kjansirnar hjá sær. Hitt liðið skorar. FC Hoyvík fekk eitt fríspark á miðjuni. Tær sparkaðu bóltin langt. Onkur misskiljing var í verjuni, og so stóð Olivia Kristiansen brádliga frí innanfyri verjuna og skoraði til 1-0.

Okkara høvdu spælt væl og skapt nógvar møguleikar. So annað var ikki at gera enn bara at blíva við, og í dag skuldu vit ikki bíða líka leingi sum seinast at javna. Bara 10 minuttir seinni megnaði verjan hjá FC Hoyvík ikki at rudda eitt innlegg burtur, og so datt bólturin fyri føturnar á Jasmin, sum trygt legði bóltin oman í hornið. 1-1 í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur líktist nógv fyrra hálvleiki. Vit skaptu nógvar kjansir, men bólturin vildi ikki inn. “Also, hetta er púra kreysi!” læt úr Andras Nolsøe, fysioterapeuti, tá Eir rakti yvirleggjaran við einum góðum langskoti. Men so traðkaði toppskjútin Sigrið til. Hon trekti inn í vøllin og við høgra beini langaði hon bóltin upp í longra hornið. Á bonkinum sótu vit beint í vinklinum at síggja, at bólturin kundi illa sitið betri uppi í horninum. 2-1 og mál nummar 15 hjá Sigrið í ár.

Eftir málið blivu vit við við sama lag, men hoyvíkingar lúrdu uppá at sleppa í mótálop. Tær sparkaðu langt fyri at sleppa aftur um høgu verju okkara, men Sonja, Marin og Elsa Anna stóðu seg væl í dag vardi fyri tí allarmesta. Eina ferð slapp ein hoyvíkingur ígjøgnum, men Juanita var vakin og kom væl út og bjargaði. 

Tá vit høvdu spælt í 83 minuttir, avgjørdu vit dystin. Jasmin spældi væl til Ester, ið kundi brúka sína øgiligu ferð at renna frá verjuni. Líka sum í fyrra hálvleiki var hon einsamøll við málverjanum, men hesa ferð rak hon framvið Portiu og trillaði bóltin í eitt tómt mál. 3-1 og dysturin var avgjørdur.

Sambært hagtølunum hjá dystir.fo skutu vit 34 ferðir uppá mál í dag, og verður tað tað, vit fara at minnast hendan dystin fyri. Vit høvdu heilt óvanliga nógvar málmøguleikar og kundu lættliga hava skorað nógv fleiri mál. So tað er bara at blíva við at spæla so væl, so koma málini eisini.

Longu mikukvøldið skulu kvinnurnar aftur í eldin. Tá fara vit til Fuglafjarðar at spæla fyrru hálvfinaluna í minnu steypakappingini.

#RenniðGentur