
Teir ungu menninir á næstbesta liðnum vunnu í kvøld í Klaksvík og eru nú omanfyri niðurflytingarstrikuna í 1. deild.
Liðið, sum Tór-Ingar Akselsen og Dánial Pauli Lervig standa á odda fyri, hevði tað tungt fyrr í ár, men seinastu tíðina hevur hilnast frægari, og teir hava skavað nógv stig saman.
Í kvøld vunnu teir so 2-1 í Klaksvík á teimum næstbestu hjá KÍ.
Andri Benjaminsen legði klaksvíkingar á odda, men 15 ára gamli Dennis Anghel javnaði, áðrenn 16 ára gamli Dávid Høgnason Viderø (myndin) skeyt sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann er toppskjútti við átta málum higartil.
Teir næstbestu spæla aftur tann 13. september á heimavølli ímóti 07 Vestur II.