
Tað var lutaseðil nummar 590, sum vann ein Nissan Qashqai fyri 454.000 krónur.
B36 hevur í summar selt lutaseðlar við stóra høvuðsvinninginum, og undir landskappingardystinum millum B36 og B68 seinnapartin var drigið um vinnaraseðilin.
Hjartaliga til lukku við bilinum, og stóra takk fyri stuðulin.