+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Mattias seldur til Västerås

Mattias Hellisdal hevur fyrrapartin skrivað undir sáttmála við svenska felagið Västerås SK.

Fyrr í vikuni komu B36 og VSK ásamt um treytirnar fyri at leysgeva hann úr sáttmálanum í B36.

Mattias flytur beinanvegin til Svøríkis og hevur av tí sama spælt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni.

VSK er í løtuni við í kappingini um at flyta upp í bestu svensku deildina.

19 ára gamli miðvallarin spældi sín fyrsta dyst fyri B36 fyri tveimum árum síðan, í august 2022, og menti seg síðan til at vera ein av stuðulsspælarum.

– Hetta er ein spennandi møguleiki, og eg gleði meg at hjálpa liðnum í stríðnum um at vinna sær pláss í bestu deildini, sigur Mattias við heimasíðuna hjá VSK.

B36 ynskir Mattiasi Hellisdal bestu eydnu við nýggju avbjóðingini