+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Aftur ein debut

Fleiri spælarar hava fingið sínar fyrstu minuttir fyri okkara besta kvinnulið í ár, og í gjár átti 15 ára gamla Ester Vang tørn.

Hon kom á vøllin á fyrsta sinni, tá 73 minuttir vóru spældir í heimadystinum ímóti 07 Vestur.

B36 vann 3-1. Hálvleiksstøðan var 2-1. Sigrið Hansdóttir skeyt tvey av málunum, og Elsa Anna Mohr skeyt eitt.

Tað er stutt millum dystirnar í hesum døgum. Mikukvøldið spæla kvinnurnar steypadyst ímóti vágakvinnum, og sunnudagin er landskappingardystur á Skála.