
Komandi vikurnar skulu KÍ og Víkingur spæla í evropeisku kappingini Conference League, og tað hevur við sær, at tveir landskappingardystir hjá B36 eru fluttir ein dag.
Landskappingardysturin í Sarpugerði millum Víking og B36 er fluttur frá leygardegnum 9. august til sunnudagin 10. august.
Landskappingardysturin í Gundadali millum B36 og KÍ er fluttur frá sunnudegnum 17. august til mánakvøldið 18. august.