+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Seðil 512 vann

Ólavsøkuaftan varð drigið um næsta eykavinning á lutaseðilinum hjá B36. Hepni vinnarin av gávukortinum á 5.000,- til Atlantic Airways var eigarin av seðli nummar 512.

Vinnarin er funnin.

Ein eykavinningur er eftir at draga um 17. august. Tá draga vit um Gisting á Hotel Føroyum fyri tvey, íroknað er eisini morgunmatur og Ress Spa vitjan.

Høvuðsvinningin, ið er ein Nissan Qashqai, draga vit 24. august.

Møguleiki er m.a. at keypa sær lutaseðil í B36 sjoppini á netinum.