
– ólavsøkuheilsan frá forkvinnuni
Ólavsøkuaftan er stutti summarsteðgurin av, og vit fara við góðum áræði undir seinnu kappingarhálvu.
B36 er í góðum standi. Felagshúsið er fult av lívi hvønn dag, har okkara mongu eldhugaðu fólk, sum brúka stóran part av sínari dýrabæru frítíð í B36-húsinum, fáa okkara børn og ungu at trívast og mennast. Bæði felagið og børnini eru sanniliga rík at hava so nógv góð fólk rundan um seg.
Ítróttaliga hevur stóra ungdómsarbeiðið eisini avgerandi týdning fyri framtíðina og kósina, sum B36 gongur. Um hesa tíðina í fjør valdi nevndin at seta út í kortið av nýggjum. Vit hildu, at vit skulu frameftir duga enn betur at fáa fyrimunin av teimum stóru tøkunum, sum verða tikin hvønn dag. Tað gera vit millum annað við, at okkara egnu spælarar fáa møguleikan at vísa seg fram á besta liðnum. Við at menna okkara egnu venjarar. Við at kveikja áhugan fyri at døma. Og við at fáa fleiri hjálpandi hendur, sum eru so umráðandi fyri øll úrslit, ið felagið røkkur.
2025 er eitt broytingarár, og umskiftið hevur higartil sum heild hilnast væl. Tilgongdin av spælarum á kvinnuliðnum er spennandi, og mansliðið hevur flestar egnar uppaldar spælarar í allari kappingini. Við einum so sterkum grundarlagi er uppgávan nú at flyta liðini upp aftur í ovastu rók í føroyskum fótbólti. Tað krevur bæði tíð og tol, men vit arbeiða miðvíst fram ímóti tí.
Minniligir ólavsøkudystir
Eitt stutt fet á drúgvu leiðini er ólavsøkudysturin ímóti TB. Menninir kappast um evropeiska luttøku næsta ár, sum glapp okkum av hendi í fjør, og í tøttu kapprenningini er neyðugt at vinna øll stigini í annaðkvøld.
Evropeiska luttøkan hevur annars seinastu árini havt við sær, at eingin landskappingardystur hevur verið í Gundadali á ólavsøku. Kortini hava verið nógvar minniligar ólavsøkuløtur í B36-húsinum eftir árligu skrúðgonguna.
Fyri trimum árum síðan vóru vit savnaði í stóra salinum ólavsøkudag og sóu menninir á stórskíggja vinna seg víðari í evropeisku kappingini Conference League við málleysum javnleiki í San Marino. Árið eftir vunnu vit 2-1 á walisiska Haverfordwest County á á Tórsvølli tann 27. juli, og í fjør spældu okkara fyrrverandi stórspælarar minniliga grannauppgerð ímóti HB.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2021, at B36 spælur landskappingardyst á ólavsøku. Ta ferðina vóru mótstøðumenninir teir somu sum hesaferð, og vit vunnu 3-0.
Fyrstu ferð á ólavsøku
Tilvildin vil tað so, at fyrsti ólavsøkudysturin, sum B36 spældi, var eisini ímóti TB.
Tað var fyri 89 árum síðan. Longu stovningarárið í 1936 hevði B36 boðið tvørámonnum norður at spæla ólavsøkudag. Tað var hildið at vera framligt, tí eingin roknaði við, at ungu menninir úr Havn, sum fáar mánaðir frammanundan høvdu stovnað felagið, fóru at gera stórvegis skreytir. Sosialurin skrivaði eisini í dystarfrásøgn eftir dystin, at øll væntaðu, at TB fór at vera nógv stinnari og vinna sannførandi.
Frammanfyri stórari áskoðarafjøld í Gundadali beit B36 frá sær og vann heldur óvæntað 1-0. Tingakrossur skrivaði um dystin, at ein slíkur leikur millum tvey jøvn lið í so góðum tempo er altíð stuttligur at síggja. Við sigrinum hevði B36 eisini vunnið Havnini tiltrongdan heiður hendan dagin, tí hetta var einasti ítróttasigurin, ið Havnin vann hesa ólavsøkuna.
Síggjast í Gundadali
Ólavsøkuaftan savnast vit so aftur í B36-húsinum og við girðingarnar kring vøllin at stuðla mansliðnum, sum vit øll somul eiga okkara part í. Tú var kanska tann, sum lærdi onkran teirra ristsparkið. Tú var kanska tann, sum dømdi ungdómsdystirnar, so tað bar til at spæla. Tú var kanska tann, sum syrgdi fyri, at húsið og skiftingarrúmið var nossligt og heimligt. Tú var kanska tann, sum var við til at savna felagnum pengar, so tað bar til at hava eitt ungdómsarbeiði. Ella kanska tú átók tær eina av hinum mongu uppgávunum, sum skulu loysast fyri, at eitt fótbóltsfelag kann virka.
Tann hjálpandi hondin hevur verið neyðug fyri spælararnar, sum nú tørna til á besta liðnum. Tað ger tað bara uppaftur stuttligari at vera saman um eitt óskrivað leikrit, sum ein fótbóltsdystur er, ið kann rúma so sterkar kenslur og óvæntaðar hendingar, meðan vit geva okkum stundir at práta og heilsa upp á tey, sum vit ikki hava sæð ella frætt frá í longri tíð. Tað er eisini sjálvt høvuðsinnihaldið í fólkaveitsluni, sum ólavsøkan er.
Latið okkum so fara undir seinnu kappingarhálvu við manér, bæði á vøllinum og uttanfyri.
Góða ólavsøku, øll somul, og vit síggjast í Grundadali.
Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36
