
Hjalti Rógvason, Rani Demir Beinirson og Rúnar Næs eru í landsliðshópinum hjá U15, sum landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevur úttikið.
U15 skal luttaka í UEFA-menningarkappingini, sum verður í Estlandi í august.
Dystarskráin er hendan:
8. august:
Estland – Føroyar ![]()
10. august:
Lettland – Føroyar ![]()
13. august:
Føroyar – Gibraltar ![]()
Til lukku við úttøkuni og bestu eydnu við landsliðsarbeiðinum, dreingir!
