+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Brian fer út á Argir

Brian Jakobsen og B36 eru komin ásamt um at steðga samstarvinum. 33 ára gamli framherjin flytur úr B36 til AB at spæla.

Orsøkin er, at hann hevur ikki umstøður at spæla fótbólt á hægsta støði.

– Persónliga røkkur tíðin ikki til at spæla í fremstu røð, og tí er hendan avgerðin tikin. Eg fari at takka fyri tann stóra stuðulin, sum eg havi fingið í B36. Eg havi altíð kent meg væl í B36-húsinum, og fólkini í felagnum fara altíð at hava serligt pláss hjá mær, sigur hann.

Í vetur kom Brian aftur til B36 at spæla. Hann hevur fyrr spælt her fýra kappingarár frá 2019 til 2022. Brian hevur í alt spælt 88 dystir og skotið 24 mál fyri besta mansliðið, sambært FaroeSoccer.

B36 takkar Briani fyri samstarvið við øllum góðynskjum fyri tíðina, sum kemur.