+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Vit súkkla fyri Títt Rúm og B36

Á stóra innsavningartiltakinum tann 7. juni verður súkklað fyri bæði hjálparfelagsskapin Títt Rúm og ungdómin í B36.

Títt Rúm er tilboð til avvarðandi hjá teimum, sum hava rústrupulleikar. Títt Rúm bjóðar millum annað bólkasamrøður og einstaklingasamrøður, umframt foreldrasamrøður og familjusamrøður.

Alisa Hammer, leiðari fyri Títt Rúm, sigur, at tey eru bæði rørd og takksom fyri stuðulstiltakið.

– Hesin stuðulin kann geva okkum enn betur møguleika at hjálpa teimum, sum leita sær hjálp frá Títt Rúm. Tiltøk sum hesi eru eisini við til at hjálpa okkum at varpa ljós á hendan ofta ósjónliga málbólkin, sum stríðist í loyndum, sigur hon.

Hon heldur eisini, at felagsskapir sum Títt Rúm og B36 eru við til at geva børnum og ungum eina góða barlast.

– Sunnu og góðu felagsskapirnir, sama um tað eru okkara, ítróttafeløg, skótar, tónleikur ella annað, eru frírúm hjá teimum, har tey kunnu gloyma alt og bara vera og spæla og kenna seg sædd, sigur hon.

Fyri B36 hevur stuðulin eisini avgerðandi týdning. Hvønn dag venja hundratals børn í Gundadali og verður nógv lagt fyri at geva teimum eina góða venjing og eitt gott umhvørvi at vera í, so tey kunna mennast bæði fysiskt, sosialt og ítróttaliga.

Súkklararnir fara næstu dagarnar at spyrja um stuðul. Tú kann stuðla við at geva eina ávísa upphædd fyri hvønn kilometur, sum súkklararnir súkkla, ella at geva eina fasta upphædd frammanundan, uttan at binda teg til tal av kilometrum.

Øll, sum vilja stuðla, kunnu eisini venda sær til B36 á b36@b36.fo ella ringja til Sólvá Joensen tel. 913536 fyri at hoyra nærri um hvussu man kann stuðla.

Tey sum súkkla eru:

Betri hópur – menn : Hannes Agnarsson – Rói Hansen – Svein Rógvi Ljósstein – Andrias Eriksen – Tobias Elmelund Hansen – Mathias Weihe – Pætur Petersen – Lukas Enevoldsen

Betri hópur – kvinnur: Valborg Østerø – Jasmin Mittun – Ester Ellingsgaard – Sara Skaalum – Bára Sweta

1. deild menn: Ingi Arge – Djóni Sivertsen – Tórur Eið – Elias Johannesen

Onnur: Høgni Eysturoy – Edvard Heen

Við vón um góða móttøku