
Mattias Hellisdal og Jógvan Kárason Gullfoss eru báðir við í U21-landsliðshópinum, sum venjarin Ólavur Mikkelsen hevur úttikið.
U21 skal spæla undankappingardyst til EM ímóti Estlandi við Djúpumýrar tann 7. juni.
Hetta er fyrstu ferð, at 19 ára gamli Mattias Hellisdal og 21 ára gamli Jógvan Kárason Gullfoss eru við U21.
