
Tað var ein serlig arbeiðsuppgáva, sum Jákup Martin Joensen tók á seg í vetur.
Í B36 var lagt á annan bógv. Spælast skuldi við fleiri egnum uppaldum spælarum, og fortreytin var, at útskiftingin í spælarahópinum var rúgvismikil.
Tað hevur sum heild hilnast væl at spæla eitt spildurnýtt lið saman við fleiri ungum spælarum, sum hava fingið størri ábyrgd á vøllinum.

B36 er við í kappingini um evropeisku plássini, og mongu broytingarnar í spælarahópinum í vetur hava havt við sær, at B36 er eftir stuttari tíð farið frá at hava fáar egnar uppaldar spælarar á liðnum til at vera millum mest lokalu liðini í deildini – um ikki tað mest lokala.
– Eg haldi, at leikliga eru vit eisini á mongum mótum væl frammanfyri tíðarætlanina. Tølini siga, at í fleiri dystum eru vit á bóltinum meginpartin av tíðini, onkutíð upp í 75 prosent av spælitíðini. Eisini hava vit havt útivið 20 skotroyndir í nøkrum dystum.
– Vit ásanna hinvegin, at stigaúrtøkan hevur ikki verið nóg góð í teimum dystunum, har vit hava havt so greiða leikliga yvirvág, tí tað hevur ikki eydnast nóg væl at gagnnýtt mongu møguleikarnar og góðu støðurnar.
– Vit arbeiða framhaldandi við at spæla meira beinleiðis og skapa enn fleiri vandamiklar álopsstøður við bóltinum, og tað gongur støðugt betri við tí, sigur hann.
Seinnapartin verður EB/Streymur aftur í Gundadali. Sundalagsmenn fóru heim við øllum trimum stigunum, tá teir spældu her fyri 20 døgum síðan. Í hópinum verður nógv lagt fyri at læra av framdum mistøkum.
– Vit rokna við, at leikgongdin verður meinlík henni seinast. Hesaferð skulu vit fáa meira burturúr í álopsstøðu, og vit fara sum altíð at spæla við nógvari orku, sigur hann.
