
Símun Sólheim er fjølbroyttur spælari. Hann er førur fyri at røkja nógv pláss og nógvar uppgávur á vøllinum, og í B36 hevur hann eisini roynt seg sum vongverja, miðvallara og vongsspælara.
Hann ásannar, at tað kann vera avbjóðandi viðhvørt, men hann trívist eisini væl við tí.
– Mær dámar væl at røkja ymsar uppgávur og at kunna traðka til, har tað er brúk fyri mær. Fyri meg er tað ikki so umráðandi, hvar eg spæli, men meira, at eg geri mun, har eg eri, sigur hann.

Símun flutti til B36 í 2022 eftir tvey kappingarár í Sundalagnum. Fótbóltsuppalingina fekk hann bæði í B36 og HB, og 24 ára gamli havnamaðurin telist nú millum stuðulsspælararnar.
Seinasta vikuskiftið hann var høgri vongbakkur, tá menninir snávaðu á heimavølli ímóti EB/Streymi. Og tað var eitt vónbrot, sigur hann.
– Vit komu væl frá byrjan og spældu okkum til nógvar málmøguleikar, har vit áttu at fingið okkurt mál eisini. Tað var sum um, at bólturin bara ikki vildi inn, og í hinum endanum fóru málini ov lætt inn. Tá bleiv tað ein frustrerandi dystur, har vit ikki fingu spælið at rigga, sum vit vildu, sigur hann.
Í kvøld er uppgávan FC Suðuroy á heimavølli, sum verður seinasti dysturin í hesum triðinginum av kappingini. Símun vísir á, at sum uppflytari hevur FC Suðuroy staðið seg væl higartil í ár.
– Vit rokna við einum strævnum dysti, har vit fara at vera á bóltinum fyri tað mesta. Tað vera vit, sum skulu skapa málmøguleikarnar og samstundis royna at halda teir burtur frá møguleikum, sigur hann.
