
Verður hann á vøllinum, so fer 20 ára gamli Jógvan Kárason Gullfoss í kvøld at spæla fyri 25. ferð á okkara besta mansliði. Arbeiðssami miðvallarin hevur seinastu tíðina havt størri leiklut á liðnum enn undanfarin ár, og tað hevur hilnast væl.
– Venjaratoymið hevur víst mær stórt álit, og eg havi fingið nógvar minuttir í beinini. Eg haldi sjálvur, at tað hevur verið á góðari leið. Eg leggi nógv fyri hvønn dag, so eg kann menna meg enn meira, men tað, sum hevur størstan týdning, er, at liðið stendur seg væl, og at vit standa saman um at avrika væl og fáa so góð úrslit sum tilber, sigur hann.
Jógvan var eisini á vøllinum við Djúpumýrar mánakvøldið, tá menninir snávaðu í brotssparkskappingini. Úrslitið neit teimum av góðum grundum fast, men tað hevur ikki ávirkað hýrin og arbeiðslagið í spælarahópinum.
– Venjingarvikan hevur verið góð. Vit vóru sjálvandi vónbrotnir av úrslitinum í Klaksvík, og at tað ikki eydnaðist at vinna okkum víðari at spæla hálvfinalur. Avrikið var kortini gott, og tað taka vit við okkum, og hesar dagarnar hava vit bara hugsavnað okkum um uppgávuna á Dungasandi, sigur hann.

Jógvan roknar við einum strævnum dysti í Sørvági. Vágamenn eru botnlið í løtuni, men stigatalvan sigur einki um dygdirnar, sum eru á liðnum, heldur hann.
– Vit skulu vera til reiðar frá fyrsta bríksli og mugu gera alt, sum vit eru mentir, fyri at fáa øll stigini við aftur til Havnar. Vónandi fara vit at vera á bóltinum fyri tað mesta og soleiðis stýra spælinum. Sum altíð, so er sera umráðandi, at vit arbeiða beinhart, og tað fara vit aftur at gera hesaferð. Áskoðararnir hava higartil verið heilt fantastiskir stuðlar, og vónandi vera eisini nógv B36-viðhaldsfólk við okkum í kvøld. Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum, sigur hann.
Dysturin millum 07 Vestur og B36 verður klokkan 18.30.
