
Benjamin Heinesen spældi í dag sín dyst nummar 300 fyri B36.
Landskappingardystir, steypadystir, evropeiskir dystir og stórsteypadystir eru tá íroknaðir.
Benjamin hevur verið drúgvur. Hann var fyrstu ferð við í oktober 2012, tá hann var innskiftur í Klaksvík bara 16 ára gamal. Seinastu 13 árini hevur hann verið millum stuðulsspælararnar, hóast illa darvaður av skaðum í ávísum tíðarskeiðum. Var tað ikki fyri skaðarnar, so hevði hann rokkið teimum 300 fyri langari tíð síðan.
B36 eigur serligt pláss hjá Benjamin. Tað kom aftur fram í fjør, tá hann skrivaði undir sáttmála.
– Eg ætli mær ikki at spæla fyri onnur feløg, so tað er lætt at skriva undir, segði hann ta ferðina.
Benjamin er knáur og fjølbroyttur spælari, sum kann røkja nógv ymisk pláss á vøllinum. Góði stríðsviljin hevur verið eitt av hansara serligu eyðkennum.
B36 takkar Benjamin hjartaliga fyri stóru tøkini, sum hann hevur tikið fyri B36 bæði á og uttanfyri vøllin.
Til lukku við teimum 300!