
Ragnar Samuelsen er í ár ein av mongu spælarunum í B36, sum eru komnir úr egnari fótbóltsveltu. Tølini siga, at tá menninir vunnu í Sørvági mánakvøldið var Ragnar ein av teimum 12 spælarunum, ið vóru á vøllinum, sum hava fingið sína fótbóltsuppaling í B36. Og tá B36 vann á Víkingi í Gundadali tann 3. apríl vóru 9 lokalir spælarar á vøllinum samstundis seinastu løtuna.
Hetta samsvarar væl við leistin, sum er lagdur, at á besta liðnum skulu vera fleiri spælarar, sum kenna felagið innanífrá. Í vetur var Ragnar biðin um vera partur av hesum arbeiðinum, og hann tók av eftir at hava spælt tvey kappingarár á Toftum.
– Tað er ótrúliga gott at vera aftur í B36, og tað er nakað heilt serligt at spæla fyri barndómsfelagið. Móttøkan hevur verið ómetaliga góð, bæði millum spælararnar og mongu fólkini í felagnum annars. Tá sáttmálin var undirskrivaður vóru tað eisini nógv, sum skrivaðu til mín persónliga við góðynskjum um, at eg var hjartaliga vælkomin heim, so eg kann ikki siga annað enn, at eg kenni meg heima, sigur hann.

25 ára gamli Ragnar spælir altíð við nógvari orku, og í nærdystum er hann stinnur. Tað hevur eisini verið hansara leiklutur sum miðvallari á liðnum í ár.
– Samanhaldið í hópinum er gott, og tað er ein sunn javnvág millum eldri og ungar spælarar. Í skiftingarrúminum er hýrurin eisini góður og lættur. Liðið er so at siga púra nýtt, og tað eru av tí sama nógv viðurskifti, sum vit skulu seta okkum inn í av nýggjum við avtalum, spæliætlan og øðrum. Vit hava arbeitt beinhart við hesum sama í vetur, og tað hevur sum heild hilnast væl. Tað er eisini gott við nøkrum royndum spælarum í hópinum, sum læra frá sær, og sum teir ungu kunnu hella seg inn at, heldur hann.

Í dag verður Ragnar aftur við í tiltikna slagnum um Havnina, og hann veit av royndum, at hetta er ein serligur grannadystur.
– Eg rokni við einum tøttum dysti, har bæði liðini fara at leggja nógv fyri at vinna. Hetta er slagið um Havnina, so tað fara ivaleyst at vera nógvir harðir nærdystir, har menn fara at geva alt, sum teir hava. Vit eru sera væl fyri kropsliga, renniorkan er stór og stríðshugurin er góður, og eg vænti, at tað fer at vera munurin hesaferð, so vit fáa drigið ein tepran sigur heim í B36-húsið, sigur Ragnar Samuelsen.
