
15 ára gamla Sigrið Hansdóttir spældi seinnapartin í bestu deildini á fyrsta sinni. Hon kom á vøllin, tá Naomi Nolsøe fór út við skaða eftir ein góðan hálvan tíma.
Kvinnurnar taptu 2-0 í Sarpugerði.
Góðu fótbóltsevnini hjá Sigrið hava verið sjónlig í langa tíð, og nú fekk hon seg so eisini roynda í bestu kvinnudeildini.
Kvinnurnar spæla aftur hósdagin á heimavølli ímóti 07 Vestur.