
Í gjárkvøldið vunnu okkara gentur í U16 sannførandi á NSÍ við Løkin í Runavík. Úrslitið var 5-2.
Sigrið Hansdóttir skeyt trý mál, Ása Lea Ellefsen Næs skeyt eitt, og eitt var sjálvmál.
B36a hevur fult stigatal eftir fyrstu tríggjar dystirnar. Sunnudagin fáa genturnar vitjan av 07 Vestur. Dysturin byrjar klokkan 12.30. B36b, sum hevur fýra stig fyri tríggjar dystir, spælir í Hoyvík sunnudagin klokkan 13.00.