
Í gjárkvøldið fekk Markus J. Hellisdal sínar fyrstu minuttir fyri besta mansliðið, tá B36 vann 3-1 á Dungasandi í Sørvági.
22 ára gamli Markus fekk sína fótbóltsuppaling í B36. Fyri tveimum árum síðan flutti hann til EB/Streym at spæla, har hann fekk seg royndan í bestu deildini. Í fjør var hann á Skála. Í alt hevur hann spælt 50 dystir í bestu deildini.
Nú er hann so aftur í barndómsfelagnum, har hann hevur fingið sínar fyrstu minuttir fyri besta mansliðið.