+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Rakul í fremstu røð

Í kvøld royndi Rakul í Soylu seg á okkara besta kvinnuliði fyri fyrstu ferð. Hon kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Hetta var fyrstu ferð í fýra ár, at 20 ára gamla Rakul spældi í bestu deildini. Í 2021 spældi hon 10 dystir fyri AB/B71.

Kvinnurnar vunnu 6-0 á FC Hoyvík og fingu sostatt ársins fyrstu stig. Súsanna Laksáfoss Godtfred skeyt tvey mál, og Sára Skaalum, Bára Magnussen, Naomi Nolsøe og Ester Ellingsgaard skutu eitt í part.

Til lukku við debutini, Rakul!