+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

U16 hevur lagt bragdliga fyri

Eftir gott fyrireikingararbeiðið í vetur fóru okkara U16 gentur, sum hava tvey lið tilmeldaði í ár, undir kappingarárið fyri viku síðan.

Við góðum stríðsanda vann B36 b tá 3-2 á Víkingi í Gundadali. B36 a skuldi spæla á Eiðinum í Vági ímóti FC Suðuroy, men tann dysturin var útsettur.

Í vikuni fingu genturnar forkunnunga vitjan úr Danmark. Javnaldrarnir úr HFK hava verið í Føroyum, og tær spældu millum annað ímóti okkara U16 gentum.

B36 vann tann dystin 2-1, har 20 spælarar sluppu at royna seg.

– Vit gleða okkum til eitt spennandi kappingarár. Hýrurin og venjingarumhvørvið er sera gott, og vit arbeiða sera hart fyri, at bæði menningin og úrslitini hjá okkara stríðshugaðu gentum fara at vera so góð sum tilberð, sigur Alexandre Silva, sum stendur á odda fyri U16 árganginum í ár.

Fyrra myndin er tikin eftir landskappingardystin ímóti Víkingi, og seinna myndin er av liðnum, sum vann á danska HFK í vikuni.