
Sunnudagin fekk 19 ára gamli Tórur Eið Eliasen sínar fyrstu minuttir fyri besta mansliðið.
Hann er ein av teimum mongu ungu spælarunum, sum hava tikið skarvslop í fótbóltsmenningini seinastu tíðina.
Seinastu tvey árini hevur hann verið millum stuðulsspælararnar á næstbesta liðnum, og ágrýtni miðvallarin er nú eisini sloppin framat á besta liðnum.
Tórur var innskiftur, tá slakir fimm minuttir restaðu í av dystinum. KÍ vann 3-1.
