+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Aftasti skansin

Seinnapartin vitja klaksvíkingar í Gundadali, og tá verður 27 ára gamli Silas Eyðsteinsson aftur millum stengurnar. Fyrireikingarnar hava verið góðar, heldur hann, hóast tað var tungt, at stigini gluppu okkara monnum av hendi seinasta vikuskiftið.

– Har er nógv frá samlaða avrikinum við Løkin, sum vit fáa brúkt og arbeitt víðari við. Hesaferð skulu vit framhaldandi arbeiða beinhart, men vit mugu eisini vera tryggari á bóltinum. Sum mótstøðulið eru NSÍ og KÍ meinlík, spælihátturin minnir um hvønn annan, so uppgávan verður ikki so nógv øðrvísi, men tað eru viðurskifti, sum vit mugu handfara frægari, sigur hann.

Dagsins mótstøðumenn úr Klaksvík hava av álvara spent bogan í vetur. Millum spælararnar, sum eru fluttir til Klaksvíkar, eru Patrick Johannesen, Ben Lamin, Robert Williams, Filip Brattbakk, Sebastian John, Gaston Nicolas Telechea, Martin Gonzalez og Tobias Giusti, umframt at landsliðsspælarin Jákup B. Andreassen aftur er førur fyri at spæla við fullari orku. Ábyrgdarmaður er svenski Magnus Powell. Hann hevur sagt hart og týðiliga, at hansara greiði arbeiðssetningur er at vinna føroyameistaraheitið aftur tið Klaksvíkar.

Silas roknar av tí sama við einum spennandi og jøvnum dysti millum tvey sera góð lið.

– Tað verður sera umráðandi, at vit eru avgjørdir í báðum brotsteigum, serliga nú kappingin er so ung, og spælið ofta er ávirkað av tí, sigur Silas.

Málverjin úr Vágum hevur spælt í B36 síðan 2023. Her hevur hann kappast við bæði Mattias Lamhauge og Bjarta Vitalis Mørk, og síðan á sumri í fjør hevur hann spælt regluliga. Nú er hann so eftir ætlan farin undir sítt fyrsta samfulla kappingarár sum fyrsti málverji.

– Tað var bara nakrar fáar dagar eftir steypafinaluna í november, at eg saman við øðrum fór undir fyrireikingarnar til ársins kapping. Eg havi nógv góð fólk rundan um meg, sum stuðla mær væl bæði ítróttaliga og persónliga, og tað er eisini ein umráðandi partur av slíkum fyrireikingum. Á vøllinum havi eg havt serliga stórt fokus á tann sinnisliga partin, har eg eisini havi fingið góða hjálp og góðan stuðul, sigur hann.

Eingin myndalýsing er tøk

Hópurin hjá B36:

1. Silas Eyðsteinsson

25. Hans Jørgensen

2. Lukas Enevoldsen

3. Bergur Poulsen

6. Eli Falkvard Nielsen

7. Símun Sólheim

9. Hannes Agnarsson

10. Filip Djordjevic

11. Brian Jakobsen

14. Jógvan Kárason Gullfoss      

17. Jóhann Hansson Joensen

20. Pætur Petersen         

22. Bogi Reinert Petersen

23. Heini Vatnsdal

24. Marius Kryger Lindh

27. Tórur Eið Eliasen

28. Mattias W. Joensen

30. Mattias Hellisdal

Hópurin hjá KÍ:

96. Mark Jensen

1. Sebastian John

4. Ben Lamin

5. Deni Pavlovic

6. Mads Bo Mikkelsen

7. Árni Frederiksberg

8. Jákup B. Andreasen

9. Páll Klettskarð

10. Hallur Hansson

11. Jonn Johannessen

13. Patrick Johannesen

14. René Shaki Joensen

17. Filip Brattbakk

22. Odmar Færø

23. Jóannes Kalsø Danielsen

24. Martin Gonzalez

28. Tobias Giusti

32. Claus Kronberg