+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Valborg venur ungu málverjarnar 

Valborg Østerø fer í ár at venja ungu málverjarnar á okkara gentuliðum. Hon fer í skiftum at vera við til venjingarnar hjá U9, U11 og U13.

Tað verður ein royndur málverji, sum fer at læra frá sær. Valborg er við tíðini vorðin ein av sterkastu ímyndunum av okkara besta kvinnuliði. Síðan 2020 hevur hon verið millum stengurnar, og sannførandi avrikini hava eisini givið henni eitt landsliðspláss.

22 ára gamla Valborg Østerø hevur spælt 106 dystir fyri okkara besta kvinnulið, sambært FaroeSoccer.