+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Hannes verður liðskipari

Hannes Agnarsson verður liðskipari fyri besta mansliðið í ár.

– Tað er eitt álit frá venjaranum, leikarunum og felagnum, sum eg taki við stórari virðing, sigur hann.

Hannes er felagsmaður um ein háls. Hann hevur spælt øll síni fótbóltsár við barndómsfelagnum, undantikið eitt stutt skifti í danska HIK.

Kviki vongspælarin hevur eisini verið ein av stuðulsspælarunum seinastu árini, hóast hann okkurt tíðarskeið hevur verið darvaður av skaða.

– Eg fari at gera mítt besta at ganga á odda, bæði á vøllinum og uttanfyri, so vit sum lið kunnu mennast og fáa sum mest burturúr. Eg veit eisini væl, at hetta eru stórir skógvar at fylla. Eg eri ikki í sama flokki sum millum aðrar Klæmint Matras, Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz og Andrias Eriksen, men tað fari eg at droyma um og arbeiða fram ímóti, sigur hann.

Hannes og liðfelagararnir fyrireika seg nú miðvíst fram ímóti kappingarbyrjan. Menninir hava vant hart og roynt at bygt eina sterka kropsliga grund fyri árið.

– Nú ræður um at fáa taktiskar og innanhýsis avtalur upp á pláss, so vit eru so væl fyrireikaðir til fyrsta dystin sum tilber. Tað sær spennandi út við teimum nýggju spælarunum, bæði teimum, sum eru komnir útifrá, og ikki minst teimum ungu, sum nú halda seg framat á besta liðnum. Eg haldi, at her er nógv gott í væntu. Vit gleða okkum og eru til reiðar at fara í holt við eitt sera spennandi kappingarár, sigur Hannes.

Sambært Faroe Soccer hevur Hannis Agnarsson spælt 181 dystir og skotið 31 mál fyri barndómsfelagið. Hann hevur eisini spælt níggju landsdystir fyri Føroyar.