Í B36 eru vit farin undir at útvega og útbúgva dómarar, sum kunnu døma fyri B36. Sum felag hava vit lið í flestu deildum, og tað setur krøv til eitt vist tal av dómarum.
Í løtuni hava vit ikki so nógvar dómarar, men hetta vilja vit fegin broyta, so vit fáa eitt meira spennandi dómaraumhvørvi í húsinum og felagnum sum heild.
Fótbóltssambandið fer í næstum at skipa fyri dómaraskeiði, og FSF hevur sett fram ynski um, at hvørt felag sendir í minsta lagi tríggjar luttakarar á skeiðið.
Eru fleiri enn tríggir luttakarar, so kann skeiðið haldast lokalt hjá okkum.
Skeiðið fyrireikar teg til dómarapróvtøkuna, og tá hon er staðin, verður tú partur av dómarahópinum hjá FSF. Tá kann tú døma ungdómsdeildir, 3. deild, 2. deild og kvinnudeildina.
Einasta treytin er, at tú er 15 ár ella eldri. Útbúgvingin tekur 20 tímar.
Um hetta hevur tín áhuga, so kann tú seta teg í samband við okkara samskipara Jan Poulsen.