Bogi Reinert Petersen hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri 2025.
Hann er serliga ætlaður sum miðverji, men kann eisini røkja onnur pláss á vøllinum.
Bogi Reinert Petersen verður 32 ár í februar. Hann hevur fyrr spælt fyri HB, ÍF, Víking og EB/Streym. Í fjør var hann eisini í barndómsfelagnum ÍF.
Nógvar broytingar eru framdar í spælarahópinum í vetur. Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, heldur, at samansetingin er nú góð við sunnari kapping um plássini.
– Bogi er ein støðufastur spælari við nógvum og drúgvum royndum, og við hansara eginleikum er góð javnvág í hópinum. Hann legst afturat einum hópi við nógvum ungum og spennandi spælarum, har meginparturin er uppaldur í felagnum, umframt nakrar royndar spælarar í góðum fótbóltsárum. Grundarlagið er gott, og spælararnir eru ágrýtnir, sigur hann.
Fyri Boga verður tað ein øðrvísi leiklig avbjóðing at flyta í Gundadal at spæla eftir nøkur ár í Fuglafirði og í Sundalagnum.
– Eg haldi tað vera spennandi at gerast partur av B36. Brotið verður upp úr nýggjum við arbeiðssamum spælarum, sum leggja nógv fyri, og eg eri fegin um møguleikan at kunna geva mítt íkast, sigur hann.
Bogi Reinert Petersen hevur royndarvant í B36 í eina góða viku. Við brotssparki skeyt hann eisini málið, tá menninir spældu venjingardyst í Sarpugerði um vikuskiftið.