+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Aðalfundur í B36 tann 22. januar

Boðað verður frá aðalfundi í B36 mikukvøldið 22. januar klokkan 19.00 í B36-húsinum í Gundadali.

Á skránni er:

  • Val av fundarstjóra
  • frágreiðing fyri farna árið
  • Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram
  • Val av grannskoðara
  • Nevndarval
  • Viðtøkubroyting
  • Innkomin mál
  • Ymiskt

Møtið fjølment.