Jákup Højgaard fer komandi ár at venja málverjarnar á besta kvinnuliðnum. Avtala er undirskrivað, sum er galdandi fyri 2025.
Jákup spældi nógv ár í B36 og var eisini við á besta liðnum nakrar ferðir. Sum málverji royndi hann seg eisini í EBS/Streymi, Skála, AB og grannunum HB.
Nú er 30 ára gamli havnarmaðurin aftur í B36, har hann verður við í venjaratoyminum saman við høvuðsvenjaranum Eliesar Olsen og hjálparvenjaranum Alexandre da Silva.