+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Við Silva, Jan og John á síðulinjuni

Tað verður við Alexandre da Silva sum høvuðsvenjara, og Jan Guttesen og John Petersen sum hjálparvenjarum, at okkara U16 gentur fara undir kappingarárið 2025.

Alexandre da Silva verður eisini hjálparvenjari hjá besta kvinnuliðnum, og hann fer sostatt at vera bindilið millum elsta gentuárgangin og bestu deildina næsta ár.

Alexandre da Silva hevur nógvar og fjølbroyttar royndir sum venjari. Hann hevur verið venjari í Vágum í nógv ár, bæði sum høvuðsvenjari og ungdómsvenjari. Hann hevur fyrr eisini verið høvuðsungdómsvenjari hjá gentunum í HB, hann hevur verið hjálparvenjari á ungdómslandsliðum, og eitt skifti var hann í Fuglafirði, har hann stýrdi besta kvinnuliðnum.

Jan Guttesen og John Petersen taka eisini eitt tørn afturat fyri B36. Í fjør var tað við góðum úrslitum, at teir saman við øðrum høvdu ábyrgdina av okkara U13 gentum.