10. desember var tiltak í B36-húsinum, har ítróttastjórin Tummas Erling Djurhuus, høvuðsvenjarin hjá mansliðnum Jákup Martin Joensen, og høvuðsungdómsvenjarin Jóannes Jakobsen løgdu fram um arbeiðsleistin fyri komandi kappingarárini.
Áhugin var eisini stórur, og nógv fólk lýddu á.
Bygnaðurin í felagnum er broyttur nakað, og tað er við góðum treysti, at greið mál eru sett fyri framtíðina.