+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Mattias heldur fram 

Mattias Weihe Joensen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við B36.

21 ára gamli verjuspælarin hevur okkurt tíðarskeið verið skaðadarvaður, men er nú til reiðar at spæla við fullari megi. Hann er higartil skrásettur fyri 24 dystir í bestu deildini, 12 fyri B36 og 12 fyri EB/Streym.

Í 2024 var hann fýra ferðir við á besta liðnum. Seinasta dystin spældi hann 2. november, tá hann sum innskiftur miðverji var stinnur í illveðrinum.

Mattias er sonur høvuðsvenjaran Jákup Martin Joensen.