Næsta ár verða Hans Jørgensen og Svein Rógvi Nielsen partur av venjaratoyminum hjá besta mansliðnum. Hans Jørgensen sum málmansvenjari og Svein Rógvi Nielsen sum kropsligur venjari.
Teir eru báðir kendir í felagnum. 34 ára gamli Hans Jørgensen hevur seinastu árini verið málmansvenjari, og okkurt skifti hevur hann eisini vart málið á besta liðnum. 51 ára gamli Svein Rógvi Nielsen hevur eisini í fleiri umførum verið kropsligur venjari í B36.
Teir hava báðir skrivað undir avtalu, sum er galdandi komandi tvey kappingarárini.