Eliesar Olsen verður høvuðsvenjari hjá okkara besta kvinnuliði í 2025 og 2026. Hann hevur skrivað undir sáttmála í kvøld.
Hann er 35 ár, men hevur longu drúgvar royndir sum venjari. Seinastu árini hevur hann verið høvuðsungdómsvenjari í EB/Streymi. Bara 24 ára gamal flutti hann saman við barndómsfelagnum Skála upp í bestu deildina í 2013, har hann eisini fekk seg royndan árið eftir. Eliesar hevur eisini fyrr verið høvuðsungdómsvenjari á Skála.
Uppgávan í B36 er spennandi. Kósin fyri framtíðina verður nú sett við fleiri ungum og spennandi spælarum, og Eliesar Olsen verður sum høvuðsvenjari ein umráðandi partur av einum teimum langtíðarætlanunum.