Tór-Ingar Akselsen fer komandi kappingarár at taka sær okkara næstbesta mansliði.
Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2025.
Tór-Ingar Akselsen hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá 07 Vestur, og annars tikið sær av bæði U21-liðnum og næstbesta liðnum har.
Sum spælari var vágamaðurin eisini knáur. Hann umboðaði FS Vágar, HB og 07 Vestur og hevur í alt spælt 497 dystir og skotið 146 mál í føroyskum vaksnamannafótbólti, sambært FaroeSoccer. Seinasta dystin í bestu deildini spældi hann sum 40 ára gamal í 2021.