Andras Nolsøe fer komandi ár at venja okkara næstbesta kvinnulið.
Hann er væl kendur í felagnum og hevur fyrr vant bæði gentur, dreingir og kvinnur í B36.
Andras starvast dagliga sum ítróttaráðgevi í Ítróttasambandi Føroya.
Farið er undir fyrireikingararbeiðið til kappingina í 1. deild næsta ár, fyrstu venjingarnar hava verið, og undirtøkan hevur verið sera góð.