Sorin Anghel verður høvuðsvenjari hjá okkara evnaríku dreingjum í U17 komandi ár.
Hann hevur við flottum úrslitum staðið á odda fyri U15 í ár. Har hilnaðist so væl, at dreingirnir vunnu greipuna tá avtornaði.
Sorin Anghel er 45 ár og hevur fjølbroyttar royndir sum spælari og venjari. Hann spældi fyri EB/Streym, AB og Víking, og sum venjari hevur hann millum annað roynt seg hjá AB og Skála í bestu deildini.