Eftir steypafinaluna 2. november takkaði Magne Hoseth fyri seg sum høvuðsvenjari í B36.
– B36 er sera væl útborið til framtíðina. Nógvir ungir og gávuríkir spælarar eru í felagnum, og tað er eitt framúr grundarlag til eina spennandi framtíð. Eg fari í øllum førum spentur at fylgja við, sigur hann.
Fyri nøkrum vikum síðan boðaði Hoseth felagnum frá avgerðini um ikki at halda fram í Føroyum. Orsøkin er persónlig.
Hann sigur, at hann hevur trivist sera væl í Gundadali og B36-húsinum.
– Tíðin í B36 var ómetaliga góð, og eg fegnist um høvið at arbeiða við einum so evnaríkum spælarahópi og eldhugaðum toymi, ið settu sín serliga dám á hvønn arbeiðsdag, sigur hann.
Magne Hoseth tók við sum høvuðsvenjari í juni, og sáttmálin var galdandi fyri hetta kappingarárið.
Menninir vóru tá nummar fimm í landskappingini, og har endaðu teir eisini. Stigaúrtøkan og úrslitini siga søguna um, at tíðarskeiðið í B36 var merkt av bæði framgongd og afturgongd.
– Eg eri væl nøgdur við, at vit fingu styrkt bæði venjingarmentanina og vinnarahugburðin. Eg harmist hinvegin um evropeisku avrikini, har vit – og eg – ikki komu nóg væl frá tí. Tapið við Margáir fyri EB/Streymi var tann døkkasta løtan hesar mánaðirnar, og eg var sera vónbrotin av slaka avrikinum tann dagin, sigur Hoseth.
2. november var um reppið, at tað lukkaðist monnunum í illveðrinum at vinna steypafinaluna og evropeiskt atgongumerki á Tórsvølli.
– Eg haldi ikki, at steypafinalan skuldi verið spæld undir hasum umstøðunum, og tað rokni eg við, at tey flestu halda, men eg ynski sjálvandi HB til lukku við sigrinum.
Hoseth ásannar, at hann er nøgdur við nógv av tí, sum er komið burturúr, men sjálvandi ikki alt.
– Sum heild haldi eg, at vit hava avrikað væl og á høgum støði í fleiri førum, og vit vístu, at vit vóru eisini førir fyri at kappast millum tey fremstu liðini á einum góðum degi, heldur hann.
B36 takkar Magne Hoseth fyri tíðina og arbeiðið við bestu ynskjum fyri framtíðina.