Bergur Poulsen hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.
Ágrýtni bakkspælarin hevur seinastu tvey árini spælt við EB/Streymi. Í sama tíðarskeiði spældi hann eisini seks U21-landsdystir.
Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, væntar sær nógv av samstarvinum.
– Bergur er ein raskur og ambitiøsur spælari, sum hevur staðið seg væl í EB/Streymi, og eg eri sannførdur um, at hann fer at fella væl til og gera góðan mun her, sigur hann.
Bergur er 21 ár og fekk sína fótbóltsuppaling í Víkingi.
Hann hevur higartil spælt 53 dystir í fremstu røð, steypadystir íroknaðir, og skotið sjey mál.